Fótbóltur

Favorittarnir greiddu sína skyldu

Lítil spenningur í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Tann dysturin, sum á pappírinum var tann mest spennandi, er útsettur til týsdagin.

HB vann 2-0 móti TB við Stórá (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

HB vann 2-0 móti TB við Stórá (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2021-04-18 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kom einki óvæntað úrslit í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið seinnapartin. Sjey dystir vórðu avgreiddir uttan trupulleikar, men í Klaksvík var dysturin sum á pappírinum var tann mest spennandi, avlýstur orsakað av, at skaði var komið á tað eina málið.

Dysturin millum KÍ og NSÍ verður týskvøldið klokkan 19. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 30. mai.

Sí eisini: Myndir: Her er málið við Djúpumýrar, sum ikki verður góðtikið

Her eru úrslitini og málskjúttar frá í dag:

TB - HB 0-2 (0-0)
72' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
79' Stefan Radosavljevic 0-2

B71 - Undrið 2-1 (0-1)
22' David Kruse Dam 0-1
75' Klayver Nascimento 1-1
78' Tijani Mohammed 2-1

B68 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
36' Árni Olsen 0-1
55' Niklas Kruse 0-2
93' Lukasz Cieslewicz 1-2 (br.)

B36 - AB 6-0 (3-0)
5' Martin Agnarsson 1-0
16' Brian Jacobsen 2-0
27' Alex Mellemgaard 3-0 (br.)
53' Bjarki Nielsen 4-0
71' Ragnar Samuelsen 5-0
79' Benjamin Heinesen 6-0

07 Vestur - FC Hoyvík 3-0 (2-0)
11' Erling Myklebust 1-0 (br.)
37' Martin Heiberg 2-0
60' Teitur Olsen 3-0

ÍF - FC Suðuroy 3-0 (2-0)
11' Bogi Reinert Petersen 1-0
43' Gundur Ellingsgaard 2-0
90' Jan Ó. Ellingsgaard 3-0

Víkingur - Skála 2-0 (2-0)
6' Sølvi Vatnhamar 1-0
32' Olaf Bárðarson 2-0

KÍ - NSÍ (Útsettur til týskvøldið kl. 19)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder