Fyrsta FM-hálvfinalan varð spæld í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Neistin var omaná so at siga allan dystin, men H71 hekk við fram til umleið tíggju minuttir vóru eftir. Hoyvíkingar javnaðu, tá 14 minuttir vóru eftir, men so runnu teir í bláum avstað og skoraði átta av teimum næstu tíggju málunum.
Sí eisini:
Finalupláss hómast hjá Neistanum
Myndir: Neistin - H71 hálvfinala
Samrøður:
Tróndur Kragesteen: Vóru eina tonn skarpari - Sasha var heilt stóri munurin
Pauli Jacobsen: - Tapa ov nógvar nærdystir
Tað er fyrst upp í tveir sigrar í hálvfinalunum, og harvið kann Neistin tryggjað sær finalupláss við sigri í Hoyvík leygardagin.
Í hinari hálvfinaluni eru VÍF og Team Klaksvík. Samanlagt eru vestmenningar stórfavorittar. Teir hava verið á odda í grundspælinum so at siga allan vegin, vunnu tað við sjey stigum niður til H71 og hava ein sterkan hóp við fjølbroyttum dygdum - teir vunnu eisini í Klaksvík fyri stuttum.
VÍF hevur verið omaná í flestu dystunum
VÍF stóð seg gamaní ikki væl í steypakappingini og tapti fyri júst Team Klaksvík á heimavølli fyrst í mars. Tá var Mladen Mjerimacka ikki við. Royndi og dugnaligi málverjin hevur verið skaðadarvaður, men hann kann helst fáa ein leiklut í hálvfinalunum.
Team Klaksvík misti Nikola Kedzo í vetur - hann gjørdist skaddur - men liðið hevur víst seg væl fram í fleiri dystum seinastu vikurnar: Serliga í omanfyri nevnda sigrinum í Vestmanna og í fjórðingsfinaluni í Kollafirði leygardagin.
Tá var Jens Pauli Poulsen (f. Mohr) ein sum veruliga vísti vegin - bæði í verju og álopi - og hann skoraði avgerandi málið. 28-ára klaksvíkingurin hevur aftur í ár ment seg. David Henigman verður eisini ógvuliga týðandi. Kroatiski málverjin byrjaði fjórðingsfinaluna framúr væl og hevur eisini nógvar stórar bjargingar síðstu løtuna í Kollafirði. Hann skal standa væl ígjøgnum dystin í kvøld, fyri at Team Klaksvík skal hava ein møguleika mótu favoruttunum í gulum og bláum.
Fyrsta bríksl í Badmintonhøllini í Klaksvík verður klokkan 18.30. Nógv bendir á, at heilt nógv fólk vera til hálvfinaluna, tí eitt slag av hondbóltfepuri er í Klaksvík, og tað er sjálvdan at mansliðið í býnum spælir slíkar dystir. Portalurin verður á staðnum og hevur ymisk tilfar frá dystinum.
FM Hálvfinalur 1
Í dag, hósdagin 13. apríl
18.30 Team Klaksvík – VÍF
Í gjár, mikudagin 12. apríl
Neistin – H71 28-21
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 9 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál - Bogi Hansen 8 mál
Sí dómaraseðil her
Seinna hálvfinalurnar
Leygardagin 15. apríl
18.00: H71 - Neistin
Sunnudagin 16. apríl
19.00: VÍF - Team Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald