Annað

Favorittarnir stinga av

Kappingin verður helst avgjørd í talvinum millum stórmeistararnar í dag.

Helgi Dam Ziska hevur vunnið bæði talvini higartil í kappingini um meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa

Helgi Dam Ziska hevur vunnið bæði talvini higartil í kappingini um meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa

2021-04-20 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.

Annað føroyska umboðið í kappingini, tann blaðungi Luitjen Akselsson Apol, hevur í sínum lagi einki stig fingið enn.

Helgi syfti í gjárkvøldið Jake Darmanin av Malta, sum eisini hevði tvey stig undan talvinum í triðja umfari. 

Wiedenkeller vann á Brezmes úr Andorra, og Efimov vann á Carpenter av Jersey. Luitjen tapti fyri Fred Berend úr Luksemburg, sum er altjóða meistari og styrkismettur nummar fýra.

Støðan í kappingini eftir trý umfør er henda:

1.-3. GM Helgi Dam Ziska 2539 (Føroyar) 3 stig
1.-3. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 3 stig
1.-3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 3 stig
4.-5. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 2 stig
4.-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 2 stig
6.-7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 1 stig
6.-7. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 1 stig
8-10. Luitjen A Apol 2103 (Føroyar) 0 stig
8-10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) 0 stig
8-10. Ezio Righi 1915 (San Marino) 0 stig

Stórmeistarar hittast
Kappingin verður helst avgjørd í talvinum millum stórmeistararnar í dag

Tað er eingin ivi um, at dystirnir innanhýsis millum favorittarnir verða avgerandi í hesari kappingini millum smátjóðirnar í Evropa. Og tann fyrsti innanhýsis dysturin verður í fjórða umfari í dag, týsdagin. 

Tá møtast Helgi Dam Ziska og Igor Efimov úr Monako – báðir stórmeistarnir í kappingini.

Efimov er 60 ára gamal, er ættaður úr Georgia í táverandi Sovjett, seinni gjørdist hann italskur ríkisborgari og vann italska meistaraheitið í 1998 og 1999. Hann sat á fyrsta borði á italska landsliðnum á talvolympisku leikunum í 1998 og 2000.

Eftir aldamótið setti hann seg niður í Monako, og hevur síðani 2008 umboðað Monako á talvolympiadum.

Helgi hevur svarta fólkið móti Igor Efimov.

Telvað verður soleiðis í fjórða umfari seinnapartin:

Igor Efimov - Helgi Dam Ziska
Jake Darmanin - Michael Wiedenkeller
Pavlos Constantinou - Luitjen A. Apol
Luke Brezmes - Fred Berend
Ezio Righi - Paul Carpenter

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder