Fótbóltur

Favorittarnir vunnu

HB, Víkingur, KÍ og B36 greiddu øll sína skyldu og vunnu.

Hannes Agnarsson skoraði einsamalla málið á Toftum, sum tryggjaði B36 sigurin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson skoraði einsamalla málið á Toftum, sum tryggjaði B36 sigurin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-21 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir vóru seinnapartin leiktir í 10. umfari í Betri deildini hjá monnum. Fimti dysturin varð leiktur í gjár, tá ÍF var á vitjan í Hólmanum á Eiði. Heimaliðið vann 2-1.

Dystinir í dag vóru allir millum eitt lið úr toppinum á stigatalvuni og eitt í niðara enda. Og einki óvæntað úrslit kom.

HB vann trygt 4-0 á TB, Víkingur vann 4-0 á AB, KÍ vann 3-0 á 07 Vestur og B36 vann 1-0 á B68.

HB - TB 4-0 (0-0)
59' Adrian Justinussen brotsspark 1-0
64' Adrian Justinussen (Mads Borchers) 2-0
65' Mikkel Dahl (Hanus Sørensen) 3-0
89' Mads Borchers brotsspark 4-0

07 Vestur - KÍ 0-3 (0-2)
14' Sjálvmál 0-1
40' Árni Frederiksberg (Páll Andrasson Klettskarð) 0-2
80' Claes Philip Kronberg (Árni Frederiksberg) 0-3

AB - Víkingur 0-4 (0-2)
11' Ingi Jonhardsson 0-1
13' Signar á Brúnni 0-2
51' Martin Klein (Arnbjørn Svensson) 0-3
55' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar) 0-4

B68 - B36 0-1 (0-0)
58' Hannes Agnarsson 0-1


Stigatalvan eftir 10 umfør

1. KÍ 30 stig
2. B36 24 stig
3. HB 23 stig
4. Víkingur 20 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder