2025-01-29 08:29
Flogbóltssamband Føroya hevur sett ein italskan venjara, sum hevur hægstu venjaraútbúgving umframt royndir úr heimlandinum, sum eru millum allarbestu flogbóltstjóðir í heiminum.
40 ára gamli Ciro Zoratti hevur hægstu venjaraútbúgvingar frá italska flogbóltssambandinum, CEV og FIVB. Umframt hetta hevur Ciro umfatandi royndir frá altjóða flogbólti á hægsta stigi og við menning av ungum leikarum.
- Ciro hevur verið venjari og ítróttastjóri í fleiri av bestu ungdómsfeløgunum í Italia, har hansara høvuðsuppgáva var at menna leikarar til italsku landsliðini. Í 2018 varð Ciro valdur til besta ungdómsvenjara í Italia.
Flogbóltssamband Føroya skrivar eisini, at nýggi venjarin áður hevur verið høvuðsvenjari fyri kvinnulið í næstbestu italsku deildini og hjálparvenjari í bestu italsku og fronsku deildini hjá kvinnum.
Skal stjórna kvinnulandsliðnum og menna ungdómsarbeiði
Harvið er talan um ein á pappírinum ógvuliga spennandi venjara við nógvum viðkomandi royndum, sum Flogbóltssambandið hevur fingið hendur á.
Í tilgongdini í síðsta mánaða var ein annar venjari uppá tal - fyri Flogbóltssambandið var tað umráðandi, at nýggi venjarin skuldi skilja, hvat føroyskur flogbóltur og viðurskifti eru:
- Flogbóltssamband Føroya hevði eina setanartilgongd í desember 2024, sum endaði við, at tveir venjarar vóru bodnir til Føroyar til samrøður og til royndarvenjingar. Tað hevði týdning at síggja, hvussu hesir venjarar, sum vanliga arbeiða við bestu flogbóltsleikarunum í heiminum, tilpassaðu seg til føroysku viðurskiftini. Valið fall síðani á Ciro Zoratti.
Formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya fegnast um setanina, ið kann gerast eitt sera týðandi stig í víðari menningini
- Fyri Flogbóltssamband Føroya hevur tað verið umráðandi at flyta landsliðsarbeiðið fyri U-landsliðini og eisini fyri A-landsliðini upp á hægri stig. At seta ein fulltíðarvenjara við royndum sum Ciro, er eitt stig á leiðini.
Zorati skal bygja og menna eina ætlan fyri U-landsliðni og menna leikaratilfeingi. Petur Holm, formaður í FBF, sigur, at Ciro fer at arbeiða miðvíst við flogbóltsskúlanum - partvíst við samlingum sum áður - men eisini úti í feløgunum, umframt at hann fer undir eitt miðvíst arbeiði við A-landsliðsleikarunum hjá kvinnum.
Stuðul frá FIVB, altjóða flogbóltssamgonguni, ger tað gjørligt hjá FBF at seta ein venjara sum Ciro í starv, staðfestir Flogbóltssabandið at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald