
Í ársfrágreiðingini hjá forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin legði Christian Andreasen millum annað nøkur tøl fram um, hvussu nógvir skrásettir fótbóltsspælarar vóru í Føroyum í 2024.
Har var at fegnast um, at talið er vaksandi: Heili 3.930 børn og ung í aldrinum 5 til 17 ár spældu í fjør, sambært FSF.
Sí eisini: Afturvaldi FSF-forsetin: Leikaramenning og fótbóltshøll skulu á breddan
421 teirra vóru skrásett hjá FC Hoyvík. Harafturat vóru vaksnir spælarar, so hoyvíkingar kundu fegnast um, at man hava so stóra umboðan í Fótbóltsføroyum. Einki felag hevði fleiri skrásettar ungdómsspælarar í 2024.
Hetta vísir aftur, at stórir menningarmøguleikar eru í Hoyvík, har fólkargundarlagið hevur verið vaksandi seinastu árini.
Sí eisini: Inntøkurnar hjá FSF í fjør vóru 74,5 milliónir krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald