Fjórðseinasta umfar í næstbestu mansdeildini er spælt um vikuskifti. Ógvuliga spennandi dystir vóru, tí tey fýra feløgini, sum kappast um uppflyting, spældu innanhýsis dystir.
Báðir endaðu 1-1, og B36 og Víkingur vunnu. Harvið sær tað tyngri út hjá B71 og serliga AB og TB. Síðstnevnda kom á odda fyri steðgin í Vági seinnapartin, men Dánjal Godtfred javnaði seint. Hetta var tó uppiborið, og harvið er FC Suðuroy harvið framvegis í einari góðari støðu til at venda aftur til Betrideildina.
TB og B71 spæla lykladyst næsta vikuskifti. Víkingur hevur sum so tryggjað topp-trý, og um B36 heldur plássið í topp-trý, so flytir bert eitt lið beinleiðis upp. B36 og FC Suðuroy hava spælt ein dyst færri.
B71 og AB løgdu á ein hátt fót fyri hvørjum øðrum við javnleikinum í gjár (Savnsmynd: Olena Goffe)
Liðið, sum endar á fjórða plássi, skal í so fall spæla upp-og niðurflytingardyst móti nummar 9 úr Betrideildini.
FC Hoyvík tapti á heimavølli fyri Víkingi, og harvið er so at siga endaliga greitt, at hoyvíkingar flyta niður saman við HB.
Tað er greitt, at 07 Vestur og EB/Streymur flyta upp úr 2 deild - um so besta liðið hjá EB/Streymi fer niður, so verður onkur broyting. Eftir 4-1 sigurin á NSÍ í gjár, sær tað tó ógvuliga gott út hjá EB/Streymi.
24. umfar
Í dag, sunnudagin 29. september
FC Suðuroy - TB 1-1
FC Hoyvík - Víkingur 1-4
Í gjár, leygardagin 28. september
B71 - AB 1-1
HB - B36 1-4
Í gjár, fríggjadagin 27. september
NSÍ - KÍ 0-3
Støðan í 1. deild undan fjórðseinasta umfar
1. Víkingur 45 stig
2. FC Suðuroy 40 stig *
3. B36 40 stig *
------------------------
4. B71 38 stig
5. AB 36 stig
6. TB 36 stig
7. NSÍ 28 stig
8. KÍ 27 stig
------------------------
9. FC Hoyvík 18 stig
10. HB 12 stig
* Spælt ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald