Fótbóltur

FC Suðuroy vinnur teir røttu dystirnar

Við 3-2 sigrinum við Stóra sunnudagin hava uppflytararnir tólv stig av tólv møguligum í innanhýsis dystum móti TB og 07 Vestur. FC Suðuroy er harvið omanfyri strikuna undan seinasta triðinginum.

FC Suðuroy var aftanfyri 2-0 í Trongisvági, men við trimum málum uppá fimm minuttir vendu teir í bláum øllum á høvdið (Mynd: Bjartur Vest)

FC Suðuroy var aftanfyri 2-0 í Trongisvági, men við trimum málum uppá fimm minuttir vendu teir í bláum øllum á høvdið (Mynd: Bjartur Vest)

2025-08-12 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Suðuroy hevur í ár havt fleiri dystir, har liðið burdi og skuldi fingið nøkur stig. Men tey eru mist á stokkinum ella hevur hitt liðið, ímóti tal av málmøguleikum, fingið øll trý.

Dømi eru EB/Streymur á útivølli og B36 og HB á heimavølli.

Sí eisini: HB slapp við skrekkinum móti FC Suðuroy

Dysturin móti HB lá millum tveir sigrar hjá FC Suðuroy. Uppflytararnir, sum í stóran mun eru mannaðir á sama hátt sum í 1. deild í fjør, hava higartil í Betrideildini megnað at vinna veruligu lykladystirnir.

FC Suðuroy kappast við TB og 07 Vestur um at sleppa undan niðurflyting. Í heimauppgerðini við 07 Vestur beint fyri steðgin og í útidystinum móti hinum uppflytarunum, og "oyggjafíggindanum", sunnudagin sigraði FC Suðuroy eftir dramatiskar 90 minuttir. 

[object Object]
Fegnir FC Suðuroy-spælarar eftir eitt av málunum móti TB sunnudagin (Mynd: Bjartur Vest)

Sí fleiri myndir frá málríku grannauppgerðini í Trongisvági her

FC Suðuroy hevur nú tólv stig av tólv møguligum í innanhýsis dystum móti TB og 07 Vestur - her hevur liðið hjá Pól Thorsteinsson víst eina ávisa styrki:

4. umfar (3. apríl): FC Suðuroy - TB 1-0
5. umfar (13. apríl) 07 Vestur - FC Suðuroy 1-2

16. umfar (5. juli): FC Suðuroy - 07 Vestur 4-3

18. umfar (10. august): TB - FC Suðuroy 2-3

Sí eisini: FC Suðuroy vendi øllum og sigraði við Stóra

Keldur: FaroeSoccer og FSF

Støðan í Betrideildini: 

[object Object]

Sum stigatalvan vísir, so kunnu avrikini í botnbrakunum hava avgerandi týdning. Undan seinasta triðinginum liggur FC Suðuroy til at halda sær í deildini. 

Nógv týðir á, at september mánaði verður so at siga avgerandi fyri botnstríðið. 14. september vitjar 07 Vestur í Vági, og tvær vikur seinni skal FC Suðuroy til Stóra aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder