Tríggjar tímar og fimm minuttir. So leingi tók tað hjá sveisiska Roger Federer at endliga basa spaniólanum Rafael Nadal. Í 2008 leiktu hesi stóru tennisnøvnini eina framúrskarandi finalu, ið er kend sum kanska tann besta nakrantíð. Tá vann Nadal 3-2, og tá skuldi næstan fimm tímar til, áðrenn vinnarin var funnin. Tennisviðmerkjarar siga tó, at dysturin í gjár so sanniliga livdi upp til tann fyri ellivu árum síðani, og enntá var leiktur á einum hægri støði.
Hetta var fyrstu ferð síðani kendu finaluna, at hesir menninir hittust í Wimbeldon. Federer, Nadal og Novak Djokovic ganga undir heitinum "The Big Three" innanfyri tennis hjá monnum, og tað er ein orsøk til: Teir hava vunnið 14 útav teimum seinastu 16 Grand Slams. Djokovic er nummar eitt í heiminum og vann Wimledon í fjør. Tað er honum, ið 37-ára gamli Federer skal royna at basa í morgin. Sveisiski leikarin vann stóru kappingina í Onglandi í 2017.
Roger Ferderer - Rafael Nadal 3-1 - 7-6 (3-7), 1-6, 6-3, 6-4
32-ára gamli Djokovic vann sína hálvfinalu 3-1 á Roberto Bautista-Agut.
Annað
Federer basti Nadal í frálíkari hálvfinalu
Tennislegendurnar spældu í beint yvir tríggjar tímar - Roger Federer er nú til reiðar til finaluna ímóti Novak Djokovic, ið skal verja sítt heiti í morgin.
Nadal og Federer hava stóra virðing fyri hvør øðrum
2019-07-13 11:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald