Amerikanska blaðið Forbes hevur gjørt sín árliga topp-50 lista yvir ríkastu ítrottarfeløgini í heiminum. Dentur verður serliga lagdur á, hvat lið hevur mest viðri.
Á nýggja listanum liggur Dallas Cowboys ovast. Hetta er fjórðu ferð á rað, at liðið hevur 1. plássið. NFL-liðið hevur eitt virði á 33 milliónir og fekk meira enn 4 milliardir í inntøkum í 2017 - øll tølini uppá inntøkur eru fyri roknskaparárið 2017.
Lið í amerikanskum fótbólti fylla nógv á listanum. Næstan øll liðini í NFL - 29 útav teimum 32 - eru á listanum. Í topp-10 eru trý. Har eru eisini trý fótbóltslið og trý úr NBA (kurvabólti), og so New York Yankees, kendasta baseballfelagið í heiminum.
Barcelona misti pening í 2017, men eru framvegis høgt á listanum.
Øll tølini eru í donskum krónum
1. Dallas Cowboys (NFL)
Virði: 33,3 millardir
Inntøkur: 4,2 milliardir
2. New York Yankees (MLB)
Virði: 30,6 milliardir
Inntøkur: 199,7 milliónir
3. Real Madrid (La Liga)
Virði: 28,2 milliardir
Inntøkur: 745,5 milliónir
4. FC Barcelona (La Liga)
Virði: 26,9 milliardir
Inntøkur: -246,3 milliónir
5. New York Knicks (NBA)
Virði: 26,6 milliardir
Inntøkur: 1 milliard
6. Manchester United (Premier League)
Virði: 25,4 milliardir
Inntøka: 1,6 milliard
7. New England Patriots (NFL)
Virði: 25,3 milliardir
Inntøka: 1,6 milliard
8. Los Angeles Lakers (NBA)
Virði: 24,6 milliardir
Inntøka: 978,5 milliónir
9. Golden State Warriors (NBA)
Virði: 23,3 milliardir
Inntøkur: 685,6 milliónir
10. New York Giants (NFL)
Virði: 22 milliardir
Inntøkur: 991,8 milliónir
Í topp 50 eru annars níggju baseball-feløg, átta fótbólts-feløg og sjey í kurvabólti. Øll í topp 50 hava eitt virði á yvir 2 milliardir dollarar (yvir 13 millardir), og sambært Forbes vísir hetta, at virði á ítrottarfeløgum er støðugt nógv hækkandi.
Allir listin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald