Fótbóltur

Feløgini gera nógv burturúr

Upphiting verður í bæði HB-húsinum og Víkinghúsinum, og feløgini skipa fyri at finalan verður víst.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-12-04 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sleppa bert 1100 áskoðarar inn á Tórsvøll til finaluna um Løgmanssteypið seinnapartin í morgin, og harvið eru helst heilt nógv fólk, sum ætlaðu sær á Tórsvølli, noydd at finna aðra loysn

Víkingur og HB, ið eru feløgini sum eru umboðaði í finaluni, syrgja fyri at tey ið ikki fara til sjálvan dystin kunnu hita upp, og síggja hann saman við øðrum fjepparum.

Les eisini: HB greitt yvirtak á Víkingi seinastu trý árini

Í Víkingahúsinum í Sarpugerði byrjar upphitingin klokkan 12. Á skránni verður andlitsmáling, sølubúð við floytum o.ø. og so verður kaffi og kaka eisini at fáa, boðar Vìkingur frá. Dysturin verður eisini vístur í Víkingahúsinum, av tí at fleiri víkingar ikki sleppa til sjálva finaluna. Tey sum fara til Havnar hava møguleika at sleppa bíleggja pláss við bussi, ið felagið skipar fyri.

Les eisini: Loysn til finalutyrstar HB-fjepparar

Í HB-húsinum fer upphitingin í gongd klokkan 13. Dysturin verður vístur á stórskíggjanum á Ovara Vølli, meðan tey sum hava atgongumerki ganga skrúðgongu yvir á Tórsvøll kl. 15:30 - hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder