2025-02-17 18:10

Tórsbreyt hevur altíð verið ein almenn rennibreyt, og og tað verður hon framvegis. Kortini er gjørt av, at Bragdið og Hvirlan, fáa framíhjárætt til Tórsbreyt nakrar venjingartímar um vikuna, og tá feløgini hava FM kappingar.
Feløgini hava í nógv ár skipað fyri frælsum ítróttum í Havn og eru vaksin somikið nógv, at tey hava tørv á føstum venjingartímum. Bragdið og Hvirlan fáa sostatt frammihjárætt til Tórsbreyt mánadag, mikudag og hósdag millum klokkan 17 og 19.
Hetta er galdandi sum ein royndartíð fram til juni 2025.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald