Hondbóltur

Ferðadagur hjá føroyska hópinum

Flogtúrurin úr Føroyum er stutt eftir klokkan átta, og ferðalagið kemur uppá pláss í Eysturríki tíðliga í kvøld, har ein venjing er á skránni. Avgerandi EM-dysturin er sunnudagin kl. 17.

Óli Mittún og hinir flúgva úr Føroyum fyrrapartin og skulu frá í kvøld fyrireika seg í Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún og hinir flúgva úr Føroyum fyrrapartin og skulu frá í kvøld fyrireika seg í Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-29 06:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til seinast, hevur føroyski hópurin ein dag eyka at fyrireika seg til seinna undankappingardystin. Føroysku spælararnar hava eisini ein dag eyka í Føroyum - tveir fullar dagar eftir dystin móti Ukraina.

Hósdagurin fór til restutuión og styrkivenjing/viðgerð hjá summum og eyka venjing hjá teimum, ið spældu lítið og einki. Í gjár snúði tað seg meira um fyrireiking til dystin í Eysturríki, og morgun verður kósin sett móti júst Eysturríki.

[object Object]
Gott lag til venjingina hósdagin, har summir ikki gjørdu tað stóra uttan at taka sær av kroppinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Aðrir royndu millum annað skotini av  (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
(Myndir): Nakrir eru moyrir - aðrir noyðast at koyra á
Leivur Mortensen: Um dreymarnir og skránna

Ferðalagið fer við fyrstu rutuni hjá Atlansflogi, steðgar síðani eina løtu á í Kastrup, áðrenn flogið verður víðari til Zürich.

Úr størsta býnum úr Sveis er ikki so leingi at koyra við bussi til eysturríkska býin Bregenz. Hann liggur í vestara parti av Eysturríki og skal hýsa tí, sum sunnukvøldið kann gerast eitt stórhending í føroyskum hondbólti og ítrótti.

Eftir at føroyska ferðalagið kemur á gistingarhúsið í býnum við umleið 30.000 íbúgvum, er ikki so leingi til farið verður í høllina, har dysturin eisini skal spælast, at hava eina lætta venjing og taktiska fyrireiking.

Portalurin verður við á allari ferðini og hava vit ymiskt tilfar úr førysku leguni upp til og eftir stóra dystin.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríki verður spældur sunnudagin, og byrjar hann klokkan 17 føroyska tíð.

Les eisini: Soleiðis koma Føroyar til EM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder