Hondbóltur

Ferðin hjá hoyvíkskvinnum byrjað

H71-kvnnurnar komu til Keypmannahavnar í gjár, og flúgva víðari til Porto í dag. Koyrt verður við bussi yvir um markið til Spania.

(Mynd: H71)

(Mynd: H71)

2023-01-13 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið fara H71-kvinnur aftur at royna seg í europeiskum hondbólti, tá áttandapartsfinalur í European Cup skulu spælast móti sponsku Atletico Guardés.

Báðir dystirnir verða leiktir í býnum A Guarda, sum liggur við vesturstrondina í Spania, nærhendis við markið til Portugal.

Føroyska liðið fór til Keypmannahavnar í gjár, og flýgur víðari til Porto í dag. Koyrt verður síðani við bussi yvir um markið til Spania.

Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 9. Liðið var spanskur meistari í 2017.

Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin, báðar dagar klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder