Kyndil koppaði hoyvíkskvinnum í steypafinaluni fyri einum ári síðani, og áðrenn hendan vikan er av verður greitt, hvørji lið skulu spæla um steypið hjá kvinnum leygardagin 25. februar.
Tað er nógv, ið bendir á, at tað aftur verður ein finaludystur millum tær grønklæddu og tær svørtkløddu. Talan er um tey bæði fremstu liðini í landskappingini, har serliga H71 hevur víst styrki.
H71 skal spæla móti Neistanum, ið hoyvíkskvinnur vunnu 36-29 á í heimadysti sunnudagin. Hesaferð hittast liðini í Høllini á Hálsi, og tær blákløddu skulu fáa eitt gott úrslit í hesari fyrru hálvifinaluni, um tær skulu hava ein møguleika.
Kyndil skal, eins og í vikuskiftinum, til Klaksvíkar. Stjørnan gagnýtti ikki sínar møguleikar nóg væl tá, og Kyndil vann við átta málum. Liðini spældu tættar hálvfinalur í fjør - spurningurin er Stjørnan ger nóg mikið fyri at koppa Kyndli hesuferð.
Skráin fyri fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini:
Hondbóltur
Fet móti finaluni skulu takast í kvøld
H71 og Kyndil eru favorittar at koma í steypafinaluna aftur, men Neistin og Stjørnan eru á heimavølli í fyrru hálvfinalunum í kvøld.
Maria Pálsdóttir Nólsoy og Neistin taka ímóti H71 í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 20 (Mynd: Sverri Egholm)
2023-02-15 14:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald