Við javnleiki 34-34 móti Team Klaksvík í kvøld, tryggjaði VÍF sær fyrsta plássið í deildini, og harvið besta útgangsstøðið í hálvfinalunum. Undan dystinum livdi vónin framvegis hjá klaksvíkingum at fáa eitt av teimum gyltu hálvfinaluplássunum, men ein sigur var eitt krav.
Vestmenningar løgdu væl út, men sum heild var fyrri hálvleikur illa spældur. Nógv mál komu í gjøgnum, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 20-18 til Team Klaksvík.
Í seinna hálvleiki kom avloysarin fyri Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum, Jóhan Hofgaard, veruliga fyri seg og helt vestmenningum inni í dystinum. Tá einir 11 minuttir vóru eftir av dystinum løgdu vestmenningar seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og eina løtu vóru fýra mál á muni.
Team Klaksvík jagstraðu framvegis sigurin, meðan vestmenningar tóktust halda sig hava fingið sigurin í hús. Tá bara hálvur minuttur var eftir, komu klaksvíkingar fram um við einum máli, men í síðsta álopinum í dystinum fær VÍF brotskast. Team Klaksvík-spælarar og venjarar ónøgdir, men Filip Jojic varð settur at skjóta, og hann var tryggur.
34-34 til VÍF, sum tryggjar sær fyrsta plássið.
H71 og KÍF spældu í Hoyvík, og har vunnu hoyvíkingar 27-26.
Støðan í Burn menn deildini
1. VÍF (27 stig)
2. H71 (25 stig)
3. Neistin (19 stig)
4. KÍF (18 stig)
5. Team Klaksvík (15 stig)
6. Kyndil (8 stig)
7. StÍF (8 stig)
Fýra tey ovastu liðini vinna sær pláss í hálvfinalunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald