Annað

Fimleikaárið byrjar aftur

Tilmeldingin hjá Havnar Fimleikafelag er latin upp. Liðini eru nakað smærri enn tey vanliga eru orsakað av korona.

2020-08-30 16:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um eina góða viku byrjar fimleikurin hjá Havnar Fimleikafelag aftur. Tilmeldingin byrjaði í dag, og gongur fyri seg á heimasíðuni hjá felagnum.

- Vit gleða okkum at byrja aftur og at síggja nógvar fittar og dugnaligar fimleikarar, til eitt spennandi og læruríkt fimleikaár, sigur Havnar Fimleikafelag.

Vanliga hevur felagið 1300 limir, og er størsta felag í landinum, men í ár eru atlit tikin til koronastøðuna, og liðini eru nakað minkaði.

Tilmeldingin lat upp klokkan 13 í dag, og áhugin er longu stórur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder