Annað

Fimleikafagnaðurin stroymdur seinnapartin

Hetta vikuskiftið er fimleikafagnaður í Norðurlandahúsinum, har fimm feløg luttaka – Seinasta sýningin, sum verður í dag klokkan 17, verður stroymd á YouTube.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-26 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er fimleikafagnaður í Norðurlandahúsinum, og seinasta sýning, har vinnarin verður avdúkaður, verður seinnapartin klokkan 17.

Fimm feløg fara á pallin við íðkarum í øllum aldri, og við flottum og farvuríkum framførslum. Luttakandi feløgini eru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Føroya Fimleikasamband skipar fyri tiltakinum.

– Evnið í ár er frítt, og tí kunnu vit gleða okkum til fimm fjølbroyttar framførslur frá luttakandi feløgunum. Við at brúka alla breiddina hjá felagnum, verður pallmyndin skapað við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi. Framførslan kann hava ein reyðan tráð ella brotmyndir, og eingi mørk eru fyri samansetingini. Áskoðarar kunnu vænta eina serstaka uppliving, sum nemur við kenslur av øllum slagi.

Atgongumerkini til sýningarnar vórðu beinanvegin útseld, men fólk hava eisini møguleika at fylgja við seinastu sýningini á YouTube.

Fimeleikafagnaðurin kann stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder