Tað verður ein kongaligur fagnaður í Norðurlandahúsinum 25. og 26. januar, tá á leið 400 fimleikarar vera við í ársins Fimleikafagnaði.
Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Havnar Fimleikafelag.
Felagið skal vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evni ”kongaríki”. Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.
Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 25. og tvær sunnudagin 26. januar. Á seinastu sýningini sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur.
Tað er eitt dómaratoymi við fólkum frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum, sum avgera hvør vinnur.
Í fjør vann Fimleikafelagið Ljósið. Tá var evni ”ætt”.
Atgongumerkini til Fimleikafagnaðin verða lýst til sølu á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald