Fimm kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í 2020. Grunnurin hevur gjørt av, at av teimum 130.000 krónunum, sum grunnurin hevur at lata í ár, fáa fýra feløg 25.000 krónur hvørt og eitt felag 30.000 krónur til bátasmíð.
Róðrargrunnur Føroya fekk fimm umsóknir frá fimm ymiskum feløgum. Í trimum førum var talan um umsóknir um stuðul til at smíða 6-mannafør. Hinir báðir bátarnir, sum ætlanin er at smíða, eru eitt 5-mannafar og eitt 8-mannafar.
Feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:
- Klaksvíkar Róðrarfelag
- Sandavágs Ítróttarfelag
- Róðrarfelagið Knørrur
- Skála Róðrarfelag
- Argja Róðrarfelag
Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur 25. apríl í 2021, fellur játtaði peningurin aftur til grunnin. Tá kann felagið tó søkja av nýggjum.
Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018 eftir at hava ligið í dvala í mong ár.
Á fíggjarlógini fyri 2020 játtaði løgtingið 100.000 kr. til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga, og grunnurin flutti 30.000 kr. frá 2019 at gjalda út aftrat í ár.
Róðrargrunnur Føroya hevur nú játtað stuðul til bátasmíð tríggjar ferðir, í 2018, 2019 og 2020.
Virksemið hjá grunninum í 2021 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald