Annað

Fimm føroyskir lyftarar royna seg í Norra um vikuskiftið

Føroyar eru væl umboðaðar í kappingini um norðurlendska meistaraheitið í styrkilyfting við fimm lyftarum frá Burn Athletics.

2023-09-15 22:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta vikuskiftið verður kappingin um norðurlendska meistaraheitið í styrkilyfting hildin í Norra.

Føroyar eru væl umboðaðar við fimm lyftarum frá Burn Athletics; tað eru bæði menn og kvinnur, ið lyfta fyri Føroyar.

Í fjør ár gjørdist okkara styrkilyfting ein partur av NM, og í ár er fyrstu ferð, at vit í Burn Athletics sleppa at luttaka í kappingini.

Tað verða fimm íðkarar frá Burn Atletics, sum fara at kappast. Her er talan um kappingina fyri juniorar (19-23 ár) og sub-juniorar (18 ár og yngri). Kappingin verður hildin í Lillestrøm í Norra tann 16 september, tað vil siga í morgin.

Juniorarnir, sum kappast eru:
Áron Matras Jensen
Petur Sigurd Á Túgvu
Rósa Matras Jensen
Sofus B. Jakobsen

Sub-juniorur er:
Petur Fróðason

Tá hetta er okkara fyrsta kapping uttanlands, er ringt at vita, hvat vit skulu vænta. Men vit vóna tað besta!

Tað vísur seg ofta at liggja væl fyri hjá føroyingum at kappast í styrkiítrótt, men um vit røkka eitt heiðursmerkjapláss vita vit ikki enn.

Men vit vænta tó, at fleiri føroysk met verða set.

Fyri okkum er kappingin eisini ein læruprosess, har vit kunnu seta okkum mál til framtíðina og síggja, hvar vit liggja í mun til onnur norðurlond.

Til ber at fylgja við á Instagram-vanganum, har tað verður lagt út ígjøgnum vikuskiftið: team_burn_athletics.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder