Fótbóltur

Fimm fótbóltsskúlar í summar

Saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tilsamans fimm fótbóltsskúlum í summar í juni og juli mánað.

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

2021-05-16 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árligu fótbóltsskúlarnir hjá Fótbóltssambandi Føroya (FSF) vóru millum tey tiltøk, sum í fjør vórðu avlýst vegna korona, men Fótbóltssambandið boðar nú frá, at fótbóltsskúlarnir, sum vit kenna teir, verða aftur í ár.

Í juni og juli mánað verða tilsamans fimm fótbóltsskúlar skránni. Tað er FSF, saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, sum er fyriskipari av fótbóltsskúlunum.

Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er ætlaður gentum og dreingjum í aldrinum 7 til 15 ár (tvs. børn fødd í 2006 til og við 2014). Øll sum luttaka fáa – afturat góðari fótbóltsvenjing – eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv, skrivar heimasíðan hjá FSF.

– Endamálið við fótbóltsskúlunum hjá FSF er at kveikja og styrkja fótbóltsáhugan hjá børnum, bæði royndum og óroyndum, og at fótbóltsligu førleikarnir verða mentir. Men tað er eisini av stórum týdningi, at børnini fáa eitt gott upplivilsi, bæði fótbóltsliga og sosialt, og at børnini á ungum aldri fáa alsk fyri heimsins besta spæli, sum fótbóltur er.

Fótbóltsskúlarnir sum verða á skránni í summar

  • Fríggjadagin 18. juni og leygardagin 19. juni: á Dungasandi í Sørvági (07 Vestur)
  • Leygardagin 19. juni og sunnudagin 20. juni: á Svangaskarði á Toftum (B68)
  • Mánadagin 28. juni og týsdagin 29. juni: á Ovara vølli og á Tórsvølli (HB)
  • Fríggjadagin 9. juli og leygardagin 10. juli: Inni í Vika á Argjum (AB)
  • Hósdagin 22. juli og fríggjadagin 23. juli: undir Mýruhjalla á Skála (Skála)

Meira kunning um kostnað og tilmelding sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder