Hondbóltur

Finaluliðini verða møguliga funnin í dag

VÍF skal vinna á Kyndli á Hálsi fyri framvegis at hava finalumøguleikan. Hendan uppgerðin byrjar klokkan 14.30 - lagt er upp til brak millum Neistan og StÍF klokkan 17, har trýstið er á Neistanum.

VÍF skal royna at gera bart móti Kyndli á Hálsi. Annars fer vinnarin í grundspælinum víðari til FM-finalurnar eftir tvær hálvfinalur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

VÍF skal royna at gera bart móti Kyndli á Hálsi. Annars fer vinnarin í grundspælinum víðari til FM-finalurnar eftir tvær hálvfinalur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-20 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær hálvfinalur verða spældar í Høllini á Hálsi í dag, og tær kunnu gerast avgerandi, í mun til hvørji lið koma lið í FM-finalur. Um Kyndil og StÍF vinna á ávíkavist VÍF, so eru tað hesu bæði liðini, sum skulu spæla FM-finalur.

Aðru hálvfinalurnar
Leygardagin 21.04 í Høllini á Hálsi
14.30: Kyndil (1) - VÍF (0)
17.00: Neistin (0) - StÍF (1)

StÍF vann tætta heimadystin móti Neistanum mikukvøldið. Harvið hevur eysturoyarliðið tveir dystarbóltar. Í 2021 vann StÍF sítt fyrsta FM á kvinnusíðuni og við góðu gongdini seinastu tíðina eru dreymarnir har um at endurtaka tað. Nógvir áskoðarar koma væntandi gjøgnum Eysturoyartunnilin seinnapartin fyri at royna at stuðla liðnum í finaluna.

Neistin spælir uttan Mariu Pálsdóttir Nólsoy, og unga liðið skal finna stevið móti StÍF. At Yui Shibuya aftur spælir væl í málinum, at Brynja Høj og hinar fáa verjuna at rigga, og at Bjørk Franksdóttir Joensen fær tingini at rigga í álopinum eru ímillum lyklarnir hjá teimum í bláum í dag.

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy (t.h) hevur brotið ein fingur, og harvið er tað upp til Hervør Niclasen (t.v) og hinar at royna at fáa Neistan í FM-finalurnar (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil er favroittur at vinna føroyameistarheitið. Steypavinnararnar vunnu eisini grundspælið í SMS-deildini og tóku enn eitt fet móti finaluni við sigri í Vestmanna mikukvøldið.

Harvið liggur tað nú av álvara til tær í grønum. Um tað ikki eydnast í dag, so hevur Kyndil enn ein møguleika á heimavølli mikukvøldið. VÍF vann á H71 á útivølli í fjórðingsfinaluni beit frá sær í fyrstu hálvfinaluni. Tá var liðið tó rakt av, at roynda Agnas Funn manglaði. Toppskjúttin frá dystinum í Hoyvík var rakt av sjúku - um hon er birg í dag, so kann tað gera stóran mun fyri vestmannakvinnur, sum skulu spæla fyri møguleikanum.

Myndir og annað úr Høllini á Hálsi seinni. Dystirnir kunnu síggjast á live.hsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder