Hondbóltur

Finalupláss uppá spæl í Vestmanna í kvøld

VÍF er favorittur og hevur fyrimunin eftir smala sigurin í høvuðsstaðnum í fyrru hálvfinaluni. Kyndil skal royna at forða VÍF í at koma í fyrstu finaluna síðani 2015.

Kristian Jensen avgjørdi fyrru hálvfinaluna mikukvøldið. Kyndilsverjan var annars krútsterk leingi (Mynd: Andrei Antal)

Kristian Jensen avgjørdi fyrru hálvfinaluna mikukvøldið. Kyndilsverjan var annars krútsterk leingi (Mynd: Andrei Antal)

2024-02-10 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði við at gerast ein gysari í fyrru hálvfinaluni millum VÍF og Kyndil, sum var í høllini á Hálsi mikukvøldið. Kyndil hevði eina fimm-máls leiðslu í 2. hálvleiki, men VÍF kom aftur í dystin. Í byrjanini av seinasta minuttinum javnaði Filip Jojic, og fá sekund fyri tíð fekk útiliðið aftur bóltin. Tróndur Johnson fór avstað, bjóðaði av og fann snilt púra fría Kristian Jensen á strikuni. Hann var eirindaleysur, og harvið endaði tað 24-25.

Sí eisini: VÍF fekk fyrimunin í finalustríðnum
Sí dómaraseðilin - dystargongd og málskjúttar - her

VÍF vil í eina steypafinalu aftur. Seinast var í 2015, tá vestmenningar vunnu á Neistanum. Hetta er einasta steypafinalan, sum menninir úr Vestmanna hava verið í seinastu 15 árini. Kyndil vann í 2018 og var eisini í finalunum í 2019 og 2020. Síðani hevur tað verið uppbygging hjá teimum grønu, ið nú eru væl við aftur á manssíðuni.

Í løtuni er Kyndil á 3. plássið í Burn-deildini. VÍF er trý stig frammanfyri, og við hópinum sum er í Vestmanna, har Dánjal Ragnarsson er lagdur afturat í januar, so er ikki so løgið, at nógv vænta, at greipan endar hjá teimum í gulum og bláum - eins og hon gjørdi í 2015. 

[object Object]Hópurin hjá VÍF er sterkur (Mynd: Andrei Antal) 

Kyndil fer tó at royna at ger alt fyri at fáa klassikaran at koppa til sín í kvøld. Tað er seinni hálvleikur í uppgerðini, og kyndilsmenn skulu fáa verjuna at rigga, eins og teir veruliga gjørdu fyrstu 45 minuttirnar mikukvøldið. Tá skoraði VÍF bert 13 mál. Tórður Skorheim Guttesen, ið hevur leiklut sum triði málverji á A-landsliðnum í løtuni, verður ein lykil, og í álopspartinum er tað helst William Skovsager, sum mest hongur á. Høgri bakkurin úr Danmark skoraði átta mál í fyrru hálvfinaluni.

Lagt er upp til spennandi dyst, sum byrjar klokkan 18. Hann kann stroymast á live.hsf.fo.

Seinnu hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini
Í dag, leygardagin 10. februar
18.00: VÍF – Kyndil (24-25)

Í morgin, sunnudagin 11. februar
kl. 14.00 Kyndil – VÍF (kvinnur)
kl. 16.00 H71 – Neistin (kvinnur)
kl. 18.30 KÍF – Neistin (menn)

Í morgin koma hini trý finaluliðini uppá pláss. KÍF er eisini á odda við einum máli eftir sigur í Havn í fyrru hálvfinaluni. Hjá kvinnum liggur tað til Kyndil og Neistan eftir fyrru hálvfinalurnar.

Sí eisini: Havnarfeløgini liggja til at koma í finaluna hjá kvinnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder