Føroysku kvinnurnar tók í dag ímóti Andorra og vóru í óvandum favorittleikluti. Hendan livdu okkara tó upp til í triðja dystinum í hesari EM-undankappingini. Tað endaði 4-0 til Føroyar, ið sótu á tí mesta - við og uttan bólt.
Føroyar hava eina styrki í deyðbóltunum, og tað var eftir hornaspark úr høgru, at heimaliðið legði seg á odda. Tað var 21-ára gamla Sunniva Willemoes, ið aftur sló til. Tað gjørdi hartarbeiðandi HB-miðvallarin eisini í Nations League síðsta heyst (eisini eftir hornaspark) og í Montenegro (við flottum langskoti). Nú stútaði Sunniva bóltin hart og væl í málið til 1-0.
Hesaferð var Sunniva ikki einsamallur føroyskur málskjútti. Stutt eftir steðgin var tað liðskiparin Ásla Johannesen, sum skallaði bóltin væl í málið hjá Andorra. Í fyrra hálvleiki var tað Tórunn Højgaard Joensen, sum skeyt gott hornaspark - nú var tað Jensa Tórólvsdóttir Kannuberg við neyvum hornasparki úr vinstru.
Tað riggaði eisini við frísparki. Miðskeiðis í 2. hálspældur vleiki legði Tórunn innfyri við sínum góða vinstra beinið, og við aftaru stong var KÍ-liðfelagin Birita Ryan púra frí. Birita beindi bóltin víðari í málið til 3-0; fyrsta landsliðsmálið hjá miðverjanum.
Birita Ryan økti til 2-0 eftir eitt fríspark (Myndir: Sverri Egholm)
Petra Hoydal skoraði eisini sítt fyrsta landsliðsmál. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Petru, sum er uppvaksin í Danmark og til dagliga spælir við AaB í fremstu deildini. 19-ára gamli áleyparin kom inn, tá ein tími varð spældur, og í 79. minutti skoraði Petra seinasta málið í dystinum. Hetta var eftir, at Jensa Tórólvsdóttir dribblaði seg fría við høgru baklinju og legði innfyri, har Petra Hoydal var á rætta staðnum og fekk beinið á.
Petra Hoydal í nærdysti....
Her fagnað eftir málið til 4-0 (Myndir: Sverri Egholm)
Fleiri myndir av Tórsvølli dystinum her
Sum heild vóru Føroyar fullkomiliga omaná, og Andorra kom so at siga ikki til upplagdar málmøguleikar. Góðir sigur til liðið hjá Signe Pries Andersen frammanfyri beint yvir 500 føroyskum áskoðarum. Týskvøldið kemur Grikkaland á vitjan á Tórsvølli. Tað endaði 1-0, tá liðini hittust á Kreta fyrst í apríl
EM-undankapping - deild C, bólkur 3
3. umfar, fríggjadagin 31.05
Føroyar - Andorra 4-0 (1-0)
25' Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Tórunn Højgaard Joensen) 1-0
48' Ásla Johannesen (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 2-0
66' Birita Ryan (Tórunn Højgaard Joensen) 3-0
79' Petra Hoydal Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 4-0
Føroyar (3-4-3/5-4-1): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes Dal Christiansen, Rúna Jacobsen, Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal, Fridrikka Klementsen, Eyðvør Klakstein
Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Petra Hoydal, Durita Hummeland, Lea Lisberg, Sanna Svarvadal og Mona Rasmusdóttir
Myndir: Sverri Egholm
Høvuðsvenjari: Signe Pries Andersen
Støðan eftir 3. umfar:
Montenegro 7 stig
Grikkaland 7 stig
Føroyar 3 stig
Andorra 0 stig
Týsdagin 04.06 klokkan 16.45: Føroyar - Grikkaland
Fleiri myndir av Tórsvølli dystinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald