Átjandu oyggjaleikirnir verða settir á Gibraltar leygarkvøldið 6. juli. Setanarhátíðin verður á Europa Point Sports Complex, nýggja ítróttarvøllinum, ið verður tikin í nýtslu í sambandi við leikirnar.
Stóra siðbundna hátíðarhaldið er týðandi partur av leikunum. Á Gibraltar verða tað tónleikarar úr The Royal Gibraltar Regiment og The Royal Marines, ið byrja setanina áðrenn ítróttafólk frá teimum 22 oyggjasamfeløgunum, ið taka lut í leikunum, ganga inn á vøllin.
Fremst í hópinum hjá hvørjari oyggj gongur flaggberi. Fyri Føroyar verður tað Finn Ludvig, ið kemur at ganga á odda við Merkinum. Finn luttekur í skjótikappingunum. Hann vann annars á leikunum á Isle of Wight í 1993 fyrsta føroyska heiðursmerki nakrantíð í skjóting, tá hann gjørdist nummar trý í kappingini í Trap.
Olympisku leikirnir hava eldin, sum tátt í leikunum, meðan Oyggjaleikirnir hava vatn sum súmbol fyri leikirnar. Ásannandi at tað eru vatn og høv, sum bæði skilja okkum frá hvør øðrum, men samstundis eisini binda okkum saman, hevur oyggjaleikafelagsskapurin IIGA valt at hava vatnið sum ímynd sína – bæði í búmerkinum og á leikunum sjálvum. Allar oyggjar hava vatn við heiman úr egna umhvørvi teirra, og verður hetta á Gibraltar latið í ein serstakan brunn, ið er gjørdur til høvið.
Fyri Føroyar verður tað yngsti føroyski luttakarin, 14 ára gamli svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, ið verður vatnberi og sum fær heiðurin at stoyta føroyska vatnið í brunnin har tað verður blandað við vatninum úr øllum hinum oyggjunum.
Elisabeth Erlendsdóttir (Mynd: svimjing.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald