Finnland og Russland hava eina langa søgu, ið millum annað hevur innihildið kríggj. Av teimum er Vetrarkríggið, sum var veturin 1939-1940, helst tað kendasta.
Støddin á londunum er ógvuliga ymisk - í dag hittast fremstu fótbóltslið teirra á fyrsta sinni í einum endaspæli. Talan er um frysta dyst í øðrum umfari í bólkaspælinum í EM 2020 (2021). Tað er í Sankta Pætursborg, at partarnir skulu stíðast um sera týdningarmikil stig. Leygarkvøldið taptu russar 3-0, tá Belgia vitjaði har, og harvið hava Stanislav Cherchesov og hansara menn knívin á barkanum.
Russar høvdu ilt við at hava tamarhald á Romelu Lukaku leygarkvøldið - nú skulu teir royna at basa finnum
Finnland skrivaði søgu leygardagin, tá liðið spældi sín fyrsta dyst í einum endaspælið nakrantíð og vann. Úrslitið kom tó ikki nógv í fokus, av tí at Christian Eriksen smalla um, og dysturin var steðgaður so leingi.
Finsku áskoðararnir sungu navnið Christian Eriksen ferð aftaná ferð, og tá donsku leikararnir komu út aftur at hita uppa, vórðu teir klappaðir inn av finska hópinum eisini, ið hevði støðga sína upphiting (Mynd: EPA)
Eftir søguliga og heilt serstaka dystin...
Har Pojanpalo skoraði og Hradecky bjargaði brotssparki (Myndir: EPA)
Finsku leikararnir, venjaratoymi og áskoðarnir vístu stóra viðriðing og ítróttaranda ígjøgnum kvøldið, og undir dystinum vardu finnar væl og skoraðu uppá sín einasta málmøguleika. Hetta merkir, at liðið kann spæla seg víðari við sigri í dystinum, sum byrjar um ein tíma og gera nakað, ið so at siga eingin væntaði áðrenn. Russar eru tó í favorittleiklutinum. Møguligt er, at trý lið fara víðari úr bólkinum - fýra teir bestu trý'arnir fara víðari - so nógv er uppá spæl.
EM Bólkur B
Mikudagin 16.06
14.00: Finnland - Russland
Í morgin (17.00): Danmark - Belgia
Belgia 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig
Russland 0 stig
Hinir dystirnir í dag:
Bólkur A
17.00, Baku: Wales - Turkland
20.00, Rom: Italia - Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald