Opatija, Kroatia (Portalurin) - Iran. Land í Miðeystri sum ikki hevur eina serligga sterka hondbóltssiðvenju. Føroyar vóru eisini á pappírinum rímiliga greiðir favorittar móti Iran í innleiðandi bólkaspælinum. Hóast føroyska leiðslu til langt inn í 2. hálvleik, so bar tað ikki mál í tí dystinum, sum kundi havt sløkt HM-dreymin.
Sí eisini:
Føroyar mistu sigurin móti Iran
Føroyar bastu Týsklandi
Myndir: Flotti føroyski sigurin á Týsklandi
Soleiðis var ikki í gjár. Føroyar feldi - annan dystin á rað - ein rímiliga stóran favoritt og helt hesaferð greiða leiðslu, hóast týskarar av álvara trýstu Føroyar seinastu løtuna.
Hetta úrslitið ger, saman við sigrinum hjá Saudiarabia á Iran, at tað er púra javnt í stigum í bólkinum, og at lagt er upp til tvær finalur um fjórðingsfinalu pláss í kvøld.
Ógvuliga nógv at stríðast um og eitt tætt stríð í bólki IV (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Føroyar eru í góðari støðu. Ein javnleikur er sum so nóg mikið, og ein favorittsigur gevur helst 1. plássið í bólkinum. Hetta gevur helst HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi. Sponsku favorittarnir og evropameistararnir eru stórfavorittar í bólkafinaluni í tí bólkinum.
Alt hetta eru tó metingar: Tað hevði verið ógvuliga ilt at mett undan kappingini, at Føroyar fóru at basa bæði Svøríki og Týsklandi. Nú er man aftur har sum til Iran-dystin. Hesa ferð tykjast teir í føroysku leguni at vera betri brynjaðir til mentalu uppgávuna, sum dysturin í dag sanniliga verður. Tað merktist á samrøðunum í gjár: Ógvuliga stór upplving men armarnir skulu niður aftur beinanvegin, og nú snýr tað seg bert um at hugsavna seg um eitt: At vera til reiðar til dystin móti Saudiarabia.
Sí samrøður frá í gjár:
Jákup Egholm: - Heilt ótruligt at vera við og vinna slíkar dystir
Rókur Ziskason: - Heilt fantastisk uppliving - áskoðarnir eisini fantastiskir
Hjalti Mohr Jacobsen: - Alt líkamikið um vit ikki eru 100 prosent í morgin
Ísak Vedelsbøl: - Eg líti 100 prosent á mínar liðfelagar
Pól Jákup Poulsen: - Hetta er stórt
Hesin dysturin byrjar klokkan 16 í dag. Stórur spenningur nú saudiarabar, ið eisini fingu luft undir veingirnar í gjárkvøldið, skulu stríðast móti okkara ungu monnum um pláss í HM-fjórðingsfinalu. Dysturin kann stroymast á IHF-síðuni á Youtube. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag, týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran
Í gjár Mánadagin, 7. august
Føroyar - Týskland 30-28 (12-10)
Iran - Saudiarabia 26-29 (14-10)
Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 2 stig
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Saudiarabia 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald