Opatija, Kroatia (Portalurin) - Talan gjørdist um ein ógvuliga dramatiskan dyst í kvøld, har Føroyar vóru á odda so at siga allan dystin: Við fýra málum í steðginum, síðani seks málum eina løtu í seinna hálvleiki, áðrenn alt varð blakað á gólvið seinna helmingin av hálvleikinum.
Iran vann seinastu løtuna við sjey málum og hevur nú ógvuliga óvæntað tryggjað sær pláss í høvuðsumfarinum. Føroyar og Svøríki skulu stríðast um hitt plássið.
Meira niðanfyri
U19 HM-endaspælið fyri menn - bólkur H, 2. umfar
Hósdagin 3. august, Opatija (Kroatia)
Føroyar - Iran 27-29 (13-9)
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-3
15 min: 6-5
20 min: 8-7
25 min: 11-9
30 min: 13-9
35 min: 17-11
40 min: 21-16
45 min: 23-19
50 min: 25-22
55 min: 26-25
Støðan í bólki H eftir 2. umfar:
1. Svøríki 3 stig
2. Iran 3 stig
3. Føroyar 2 stig
4. Burundi 0 stig
Tvey tey ovastu liðini koma víðari til høvuðsumfarið. Liðið sum endar á 1. plássi fær stig við sær.
Leygardagin 5. august:
18.00: Føroyar - Svøríki
Føroyar tyktust at hava tamarhald á dystinum, har serliga verjuparturin eydnaðist heilt væl fyrstu løtuna. Eftir 12 minuttir var 6-3, men síðani sníktu nøkur brend skot – serliga av vonginum – seg inn, umframt tekniskar villur. Tá Iran eisini fekk nøkur mál eftir long álop og kontra, so tódnaði føroyska leiðslan skjótt niður í eitt mál og síðani niður í einki.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki eydnaðist tó at økja um leiðsluna aftur. Føroyska verjan í 5-1, við blaðunga Jákupi Egholm fremst, riggaði væl, og skerpni í álopspartinum fór upp. Innspølini hjá serliga Óla Mittún inn til Ísak Vedelsbøl eydnaðust væl: Gav oftast mál ella brotskast, ið Óli var ógvuliga tryggur uppá, umframt nakrar útvísingar. Hetta var gjøgnumgangadi í dystinum.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen fingu nógv at hugsa um og hava nú stóra uppgávu fyri framman (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Sí fleiri myndir her
Iran royndi annars veruliga at tálma nummar 78 hjá Føroyum, og tað eydnaðist til tíðir heilt væl. Sävehof-spælarin skoraði bert tvey mál í opnum spæli men tók tó uppmerksemi og hevði nógvar fríspælingar. Hevði tað eydnast betri av serliga høgra vongi í dag, har iranski málverjin hevði óvanliga gott tamarhald á, hevði støðan helst verið øðrvísi. Spælið mitt fyri steðgaði eisini heilt upp seinastu løtuna, og fleiri brend skot vóru eisini av ymiskum plássum gjøgnum serliga seinna
Seinni hálvleikurin byrjaði fínt fyri Føroyar. Fleiri mál vóru í dystinum, men munurin helt sær nøkulunda, og hevði meira hug at økjast. Tað var frá beint eftir helminginum av hálvleikinum, at Iran fór at hála inn, og føroyska liðið fekk ongantíð ordliga víst avbjóðingini aftur. Verjan hekk ikki saman, bjargingar vantaðu, og álopið var hakkut og ótrygt. Tað hjálpti sanniliga ikki, at Óli Mittún noyddist út við snuddi í nakrar minuttir - hann fekk viðgerð og skuldi harvið vera úti trý álop - og føroysku spælararnir tyktust eisini sum heild merktir av iranska trýstinum.
Tá fýra og ein hálvur minuttur vóru eftir, gjørdist javnt fyri fyrstu ferð, síðani skoraði Rókur Ziskason, áðrenn Iran fór avstað við stigunum og plássunum í høvuðsumfarinum við betri endaspurti. Stórt vónbrot hjá føroyska liðnum, ið ikki helt høvdið kalt. Nógvir lærdómur er tó í hesum dystinum.
Føroyar og Svøríki spæla avgerandi dyst leygarkvøldið. Sviar, ið spældu javnt móti Iran í gjár, kunnu liva við javnleiki. Okkara skulu vinna fyri at framvegis hava ein møguleika at spæla um stuttligu HM-plássini. Tá liðini hittust í EM í fjør vann Svøríki við trimum málum.
Rættað og dagført: 20.10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald