Annað

Fjórðingsfinalurnar á skránni í dag

Í kvøld verður greitt, hvørjir fýra mans í morgin skulu spæla PDC-hálvfinalur í Alexandra Palace.

Nummar eitt á heimsstyrkislistanum er walisin Gerwyn Price. Hann skal í kvøld dystast móti týska Gabriel Clemens (Mynd: EPA)

Nummar eitt á heimsstyrkislistanum er walisin Gerwyn Price. Hann skal í kvøld dystast móti týska Gabriel Clemens (Mynd: EPA)

2023-01-01 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á fyrsta degi í 2023 er stórur spenningur í norðara parti av London, har stór ítróttatiltøk eru. Eitt er at Tottenham spælir fyrsta Premier League-dyst í nýggja árinum, men í søguliga Alexandra Palace, ikki so langt frá lutfalsliga ógvuliga nýggja Tottenham Hotspur leikvøllinum verða nógvir pílar kastaðir - pílar ið kunnu fáa 

Í seinnu hálvu av desember eru nógvir dystir spældir í "Ally Pally". Jóladagarnir vóru frídagar, og frídagur var eisini í gjár, gamlaárskvøld. Tað vóru tó átta mans, ið tó á ein ella annan hátt nýttu seinasta dagin í 2022 til fyrireiking: Teir átta sum 29. ella 30. desember høvdu kastað seg í HM-fjórðingsfinalurnar.

Tað eru hesar fyrstu tríggjar dagarnar av 2023, at PDC HM í dart verður avgjørt. Í dag eru allar fjórðingsfinalurnar, í morgin eru hálvfinalurnar, og finalan verður spæld týskvøldið 3. januar. 

Tað kunnu verða upp til níggju sett í hvøjrum dysti í dag. Byrjað verður klokkan 12.40 (Van den Bergh móti Clayton), og seinastu pílarnir verða helst ikki kastaðir, fyrrenn klokkan er farin nakað av tíggju í kvøld. 

[object Object]
Van Gerwen hevur víst styrki í Alexandra Palace (Mynd: EPA)

Teir báðir hægst styrkismettu, og sum sambært veddingarfyritøkum og serfrøðingum helst koma at hittast í finaluni, spæla í kvøld.

Nummar eitt á heimsstyrkislistanum Gerwyn Price hevur verið sannførandi í HM, og walisin, sum vann steypið í 2021, dystast móti týska Gabriel Clemens frá klokkan 19.40 - týskarin hevur higartil spælt ógvuliga væl, men er styrkismettur sum nummar 25.

Micheal van Gerwen vann á landsmanninum van Duijvenbode í áttandapartsfinaluni, har tað í roynd og veru var klassamunur. Nú skal niðurlendingurin basa onglendinginum Chris Dobey, sum er nummar 22 á styrkislistanum, men sum millum jól og nýggjár sló fyrrverandi heimsmeistarar - Gary Anderson og Rob Cross - út.

PDC World Championship fjórðingsfinalur
1. januar, 2023

12.40: Dimitri Van den Bergh (Belgia - nr.15) - Jonny Clayton (Wales - nr. 7)

14.10: Micheal Smith (Ongland - nr. 4) - Stephen Bunting (Ongland - nr. 21)

19.40: Gerwyn Price (Wales - nr. 1) - Gabriel Clemens (Týskland - nr. 25)

21.10: Micheal van Gerwn (Niðurlond - nr. 3) - Chris Dobey (Ongland - nr. 22)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder