Sunnudagin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið sín higartil størsta dyst nakrantíð: Úrslitið kann verða púra avgerandi fyri, hvørt Føroyar koma til EM-endaspælið seinni í ár ella ikki.
Sí eisini: Føroyar liggja væl fyri undan seinasta umfari
Hetta er mitt ímillum tær báðar FM-fjórðingsfinalurnar hjá monnum.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Kyndil og Neistin endaðu á ávíkavist 3. og 4. plássi í grundspælinum. Havnarfeløgini hava harvið vunnu sær rættin til heimadyst í fjórðingsfinaluni. Talan er um eina uppgerð millum liðini; einki við at tað eru heima- og útidystir.
StÍF og KÍF vitja í høvuðsstaðnum sunnudagin, og lagt er upp til tættar uppgerðir. StÍF endaði á 6. plássi og 11 stig aftanfyri Kyndil, men hevur tikið seg fram gjøgnum árið. Kyndil hevur verið væl betri í 2023/2024 enn undanfarin ár og vann í seinasta umfari í grundspælinum á H71.
Tað var ikki so nógv ímillum KÍF og Neistan í grundspælinum. Liðini hittust eisini í hálvfinalunum í steypakappingini, har Neistin vann so tepurt, sum gjørligt er.
Heimaliðini standa sum lítlir favorittar, men alt kann henda í slíkum dystum. Vinnararnir sunnudagin fara beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, har tað er best av trimum. Har standa VÍF og H71 og bíða.
Fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini
Sunnudagin 7. apríl
15.00: Kyndil (3) - StÍF (6)
19.00: Neistin (4) - KÍF (5)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald