Aftur í ár skipar Bragdið fyri flaggdagsrenning. Flaggdagsrenningin í ár tann 35. í røðini, og øll kunnu luttaka, bæði tey, sum vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna.
Í ár fer Bragdið aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin. Byrjað verður klokkan 16 beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.
Kapprenning fyri vaksin og firmakapping
Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har byrjað verður á Kongabrúnni og runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin er knappar sjey kilometrar.
Umframt einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar o.t. nevnd firmakapping.
Luttakarar í firmakappingini skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Tríggir til fimm luttakarar skulu vera á einum liði, og tríggar tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið, sum fær fægst stig, er vinnari. Heilsurennarar og børn eru ikki við í firmakappingini.
Tað er sera umráðandi at skriva liðnavnið eins, fyri luttakarar á sama liði, tá meldað verður til, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.
Barnarenning
Yngstu børnini renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.
Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500 metrar. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000 metrar.
Heilsurenning
Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Heilsurenningin er fyri øll, sum hava hug at røra seg.
Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga ella renna 3,5 ella 6,9 km.
Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Tey fyrstu 50 fáa hvør sína blusu. Lutakast verður eisini um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 krónur, og eina gisting fyri tvey á Hotel Hilton, í dupultkamari og við morgunmati.
Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn. Tilmeldingarfreistin er í kvøld klokkan 21. Ongin tilmelding verður á staðnum. (Undantak er til heilsurenning). Meira kunning fæst her.
Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá klokkan 13.00 – 15.00
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum. Í firmakappingini er eisini gávukort frá Bowlinghøllini til vinnandi liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald