Fótbóltur

Fleiri enn 1.200 næmingar meldaðir til Skúlafótbólt 2021

Fyrsta umfarið av kappingini byrjar í komandi viku – Tilmeldingarfreistin er 29. apríl á midnátt.

Mynd: Skúlafótbóltur

Mynd: Skúlafótbóltur

2021-04-28 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta umfarið í Skúlafótbólti 2021, tá 8., 9., 10. flokkar og miðnáms, háskúla- og eftirskúlaflokkar fara at kappast í Vági til stóru fótbóltskappingina Skúlafótbóltur, byrjar í komandi viku.

Higartil hava fleiri enn 1.200 næmingar meldað til kappingina, sum verður skipað í mai og juni mánað. Loyvir veðrið tí, verður spælt úti á graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum, annars verður spælt á graslíkisvøllinum inni í Marghøllini, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Freistin at melda seg til kappingina er í morgin, hósdagin 29. apríl á midnátt. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo – undir "Tilmeldingarskjal".

Skúlfótbóltur verður skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, og BankNordik, sum er høvuðsstuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder