Fótbóltur

Fleiri koronatilburðir í City-hópinum

Dysturin í Premier League millum Everton og Manchester City í kvøld er útsettur.

Manchester City vann 2. jóladag 2-0 á Newcastle. Ferran Torres, myndin, skjeyt eitt av málunum (Mynd: EPA)

Manchester City vann 2. jóladag 2-0 á Newcastle. Ferran Torres, myndin, skjeyt eitt av málunum (Mynd: EPA)

2020-12-28 16:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórdysturin í kvøld í Premier League millum Everton og Manchester City er úrsettur.

Orsøkin er covid-19 í City-hópinum. Heimasíðan hjá Manchester City skrivar í dag, at ein røð av nýggjum tilburðum eru staðfestir í dag aftur at teimum báðum, sum vórðu staðfestir annan jóladag.

Tá City spældi móti Newcastle United annan jóladag, spældu Kyle Walker og Gabriel Jesus ikki við, tí teir høvdu fingið korona. Nú eru so fleiri smittutilburðir funnir í hópinum, og tí verður dysturin í kvøld av ongum.

Everton liggur á øðrum plássi, beint undir grannunum úr Liverpool FC. Manchester City liggur á sætta plássi, men kundi komi ájavnt við Everton við einum sigri í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder