Amerikanski fótbóltsleikarin, Colin Kaepernick, sum inntil mars 2017 var quarterback fyri San Francisco 49'ers, hevur verið sáttmálaleysur í næstan trý ár, men støðan hjá honum kann skjótt broytast.
Leygardagin skal hann nevniliga vísast fram fyri 32 NFL-liðum. Tað er NFL, sum hevur skipað fyri afturlatnari venjing, eftir at fleiri feløg hava víst Kaepernick áhuga, skrivar Ritzau.
Venjingin hevur til endamáls at geva øllum feløgum høvi at eygleiða Kaepernick, so tey kunnu meta um núverandi avrik hansara og áhuga hansara fyri at venda aftur til NFL.
Sjálvur hevur fyrrverandi San Francisco 49'ers-leikarin boðað frá, at hann er til reiðar at gera eitt comeback. Í august boðaði hann eisini frá, at hann enn vandi fimm ferðir um vikuna fyri at halda seg í form við vónini um, at hann kundi sleppa at spæla aftur.
Venjingin fer at ganga fyri seg í Atlanta, men akkurát hvar er ikki almannakunngjørt.
Fór niður á knæ undir tjóðsanginum
32 ára gamli Colin Kaepernick vakti ans, tá hann um heystið 2016 fór niður á knæ, meðan amerikanski tjóðsangurin varð sungin. Hetta gjørdi hann fyri at mótmæla rasismu og løgregluharðskap móti myrkum amerikanarum.
Fleiri aðrir NFL-leikarar gjørdu honum síðani eftir, og í september 2017 fóru uml. 200 leikarar niður á knæ í senn undir tjóðsanginum.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá NFL og amerikanska forsetanum, Donald Trump. Sambært Trump var hesin mótmælishátturin eitt tekin um væntandi virðing fyri amerikanska flagginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald