Á tíðindafundinum í gjár segði Håkan Ericcson á tíðindafundinum, at hann ætlaði at gera tríggjar til fýra broytingar í byrjanaruppstillingini. Nú er greitt, at hann hevur gjørt heili fimm broytingar.
Tórður Thomsen er komin inn í málið fyri Teit Gestsson. Jóannes Kalsø Danielsen og Hørður Askham eru nýggir í verjuketuni. Teir avloysa avikavist Gilla Rólantsson og Oddmar Færø.
Heðin Hansen, sum kom inn í hópin eftir dystin móti Íslandi, byrjar inni á sentrala miðvøllinum. Har verður vanligi liðformaðurin, Hallur Hansson ikki í dag. Ístaðin er vinstri bakkurin Viljormur Davidsen liðformaður, og hetta er hansara A-landsdystur nummar 50. Tað er tað eisini hjá miðvallaranum Sølva Vatnhamar.
Fremsti maður í dag er Klæmint Andrasson Olsen meðan Jóan Símun Edmundsson fær ein meira frían leiklut við útgangsstøði í høgru.
Mynd: UEFA
Føroyska liðið
Tórður Thomsen - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Brandur Hendriksson, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen
Fyrsta bríksl í dystinum millum Føroyar og Liktinstein verður klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald