Hóast stórar avbjóðingar, orsakað av koronafarsóttini, eydnaðist kappingarárið 2021 sera væl.
Longu seinasta dag í februar varð Stórsteypadysturin á skránni, og síðan bleiv spælt uttan íhald til 4. desember, tá vinnarin av Løgmanssteypinum var funnin.
Og við 12 heiðursmerkjum í alt, gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi felag í hesum árinum. HB vann sjey gull, fýra silvur og eitt bronsuheiðursmerki.
KÍ, sum vann bæði Betri Deildini hjá monnum og Betri Deildini hjá kvinnum, vann tilsamans 11 heiðursmerki. Klaksvíkingar vunnu fimm gull, fimm silvur og eina bronsu.
Triðflest heiðursmerki, níggju í alt, vann Víkingur. Liðið úr Eysturkommunu vann eina gull, fimm silvurkrónur og tríggjar bronsu.
Samanlagt fingu sekstan feløg heiðursmerki í ár. B36, NSÍ og Skála - ávíkavist 4,3 og 2 vunnu øll fleiri enn eitt gull.
Samlaða yvirlitið yvir heiðursmerkjabýtið í júst farna kappingarári sæst her
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald