Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – Dráttur 3-2 (23-25, 25-27, 25-21, 25-22, 15-9)
Í Fleyr fegnast tey, um at tað eydnaðist at venda hóttandi tapi til sigur og fáa tvey stig burturúr dystinum ímóti ósigraða Drátti. Tó iðra tey seg samstundis um, at stigini ikki gjørdust trý, tí Fleyr lá leingi til at vinna tey bæði fyrstu settini, sum tó gluppu teimum av hondum, tá samanum kom.
Alt fyrsta sett var Fleyr á odda, viðhvørt við fimm stigum (10-5 og 15-10), og ikki fyrr enn heilt til seinast megnaði Dráttur at fara framum 24-23, og síðan gera sær dælt av fyrsta settbóltinum og vinna settið 25-23.
Eisini í øðrum setti var Fleyr fyri tað mesta á odda, og tá støðan gjørdist 19-12, tóktist settið at vera komið undir land. Men tað er undir landi, at flúrarnir eru, og her strandaði Fleyr, tí brátt varð støðan 24-21 til Drátt. Fleyr var tó nær við at bjarga sær aftur og vann sær eisini settbólt við støðuna 25-24, men hann var ikki gagnnýttur, og so vann Dráttur tríggjar bóltar á rað og settið 27-25.
Fleyr misti tó ikki mótið av hesum og megnaði at javna til 2-2 í settum. Í báðum settunum var Fleyr frammanfyri at kalla frá byrjan til enda.
Í javnbrótaranum gjørdist tað dýrt fyri Drátt við servifeili og tveimum óprovokeraðum feilum, so Fleyr fór frá 4-3 til 7-3. Tann munurin bara vaks, sum settið leið, og at enda hevði Fleyr sjey dystarbóltar, har tann triði taldi, tá Dráttur sendi servuna í netið, so Fleyr vann 15-9.
Dráttur er framvegis greitt á odda í deildini við 28 stigum fyri 11 dystir og verður uttan iva annað av liðunum í FM-finalunum, men Fleyr er nú bara seks stig aftanfyri á øðrum plássi, men hevur spælt ein dyst minni. Tey tvey stigini hjá Fleyr ímóti oddaliðnum kunnu gerast avgerandi, tí skulu SÍ og Mjølnir taka Fleyr aftur, verður kanska neyðugt, at tey eisini vinna á Drátti – og tað er framvegis alt annað enn lætt.
Mjølnir – TB 3-2 (23-25, 18-25, 25-16, 25-21, 15-13)
Í Mjølni høvdu tey vónað, at Dráttur fór at vinna á Fleyr, so Mjølnir rættiliga kundi nærkast annaðplássinum, sum gevur atgongd til FM-finalurnar. Tað hendi sum kunnugt ikki, og tað var eisini um reppið, at Mjølnir ikki vann sín dyst á TB, sum vann tey bæði fyrstu settini. Men Mjølnir kom afturíaftur og vann 3-2 og harvið sín fimta sigur á rað í landskappingini.
Støðan var 19-19 í fjórða setti, tá Mjølnir vann fýra stig upp í slag og megnaði at halda munin og vinna setið 25-21.
Í javnbrótaranum legði TB seg á odda 7-4, men Mjølnir javnaði og fór framum 11-8. Javnt var tó aftur við 11-11, men so vann Mjølnir aftur tríggjar bóltar á rað og fekk tríggjar dystarbóltar. TB yvirlivdi tveir teirra – tann seinni eitt serviess – men síðan fór næsta servan í netið, og so vann Mjølnir 15-13. Í javnbrótaranum hevði Mjølnir fleiri framúr blokkar, sum gjørdust rættiliga avgerandi fyri úrslitið.
Við teimum tveimum stigunum kemur Mjølnir upp á 16 stig, seks færri enn Fleyr, sum tó hevur spælt ein dyst meira. Næsti dysturin hjá Mjølni er á útivølli ímóti KÍF. Tá tekur SÍ ímóti Fleyr.
SÍ – Ternan 3-0 (25-16, 25-14, 25-11)
SÍ vann, sum væntað, sín pliktsigur og tók seg eitt stig nærri Fleyr, sum er fýra stig frammanfyri. Tann munurin kann minka niður í bara eitt stig næsta umfar, sum er mikudagin 14. januar, um SÍ tá vinnur á Fleyr. Hinvegin kann munurin eisini veksa upp í sjey stig. Altso ein rættiliga avgerandi dystur um finaluplássið í FM-kappingini.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur, er tann, at Dráttur hevur 28 stig, Fleyr 22, SÍ 18, Mjølnir 16, TB 11, KÍF 7 og Ternan hevur einki stig. Dráttur hevur spælt 11 dystir, Fleyr, SÍ og KÍF 10 meðan Mjølnir, TB og Ternan hava spælt 9. Liðini spæla 18 dystir hvør; tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald