Í gjár var tað SÍ, sum var omaná tá meistaradeild kvinnur dystaðust í einari sera spennandi finalu, og sum ikki var avgjørd fyrr enn í seinastu bóltunum, við minst møguligum muni.
Og í seinasta dystinum í kvøld, var tað Fleyr, sum dróg longsta stráðið, eftir eina sera góða, dramatiska og vælleikta finalu.
SÍ kom best frá byrjan, og legði seg væl á odda í fyrsta settinum, og helt henda mun alt settið.
Annað settið gjørdist tað longsta sum er leikt í sambandi við finalurnar, og eftir skiftandi leiðslur, vann Fleyr settið 28-26, og neyðugt var tí við javnbrótara.
Hetta settið gjørdist spennandi – liðini fylgdust alla tíðina, og skiftust um at vera á odda heilt fram til endan av settinum – men tað var Fleyr, sum gjørdist endaligi vinnarin, og gjørdist steypavinnari 2019 fyri kvinnuunglingar.
SÍ – Fleyr, 1 – 2: 25-20, 26-28 og 15-17.
Bestu leikarar:
SÍ: Katla Henriksen
Fleyr: Hilda Bolstad Mortensen
- Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald