Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Mjølnir 3-2 (25-18, 16-25, 23-25, 25-21, 15-11)
Meðan drama var í bólki E í HM-kappingini í fótbólti hóskvøldið, var eitt annað drama í Sørvági, tá SÍ og Mjølnir møttust í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti.
Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-18, vann Mjølnir tvey tey næstu 25-16 og 25-23, áðrenn SÍ vann fjórða settið 25-21 og javnaði til 2-2, og dysturin tí skuldu avgerast við javnbrótara.
SÍ fleyg avstað og legði seg á odda 5-0, og tá fór tað altíð at gerast torfør hjá Mjølni at koma afturíaftur. Men spakuliga át Mjølnir burtur av leiðsluni hjá SÍ, og munurin minkaði til støðuna 10-9 til SÍ. Mileta Vesovic gjørdi tað til 11-9, men síðani fór servan hjá SÍ í netið, og so var aftur bert eitt á muni, 11-10.
SÍ smassjar síðani í blokkin og út, men tað sama gjørdi Mjølnir stigið eftir, og so var 12-11 til SÍ. Mjølnir mundi halda seg minka um munin til 12-13, men SÍ fekk bæði smassjini uppaftur og vann sær dystarbólt. Hann helt Bjarni Joensen seg hava vunnið við smassji, men bólturin kom tó yvirumaftur, men í aðru atløgu buldraði Bjarni bóltin í gólvið hjá Mjølni, og so vann SÍ javnbrótaran 15-11 og dystin 3-1.
Tey tvey stigini muna tó ikki tað stóra hjá SÍ á stigatalvuni, tí framvegis eru 9 stig upp til Mjølnir og Fleyr, sum liggja á teimum báðum fremstu plássunum, sum geva atgongd til FM-finalurnar. Men sigurin gevur kortini SÍ blóð uppá tonnina, nú farið verður í holt við steypakappingina eftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald