Annað

Flogbóltskvinnurnar fáa sterka mótstøðu í Evropa League

Fyri føroysku flogbóltskvinnurnar gjørdist lutakasti í Evropa League í 2024 , har kvinnurnar luttaka í Silver League, eitt sindir av einum vónbrotið - tó við spennandi glottum.

2023-12-13 14:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nøkur lond ganga aftur frá Silver League í ár og nøkur nýggj mótstøðulið eru.

Føroyska kvinnuliðið leggur fyri í Montenegro 17. - 19. mai 2024, har tær leika ímóti Montenegro og Georgia. Føroyska liðið, sum liggur nr. 37 á evropiska styrkilistanum, vann í ár ímóti Georgia, sum liggur nr. 32 á styrkilistanum. Spennandi verður at síggja, um kvinnurnar megna at endurtaka bragdið. Montenegro, sum eisini var eitt av mótstøðuliðunum í ár, er sterkari mótstøða. Liðið liggur nr. 23 á styrkilistanum hjá CEV.

Næsta umfarið verður 24. - 26. mai í Luksembourg, har mótstøðuliðini eru Ungarn og Luksembourg. Liðið úr Luksembourg liggur eitt pláss frammanfyri Føroyar, so her bíðar ein spennandi dystur. Ungarn hinvegin er nr. 25 á listanum, so her er talan um sterka mótstøðu.

Síðsta umfarið hjá føroysku flogbóltskvinnunum verður 7. - 9. juni í Føroyum. Her koma Bosnia og Hersegovina og Finnland á vitjan. Á pappírinum er Bosnia og Hersegovina sterkasta liðið í kappingini. Tær liggja nr. 15 á evropiska styrkilistanum. Finnland er nr. 27 á styrkilistanum.

Í hesi kappingini skal føroyska liðið helst leggja seg eftir at fáa góð úrslit ímóti Georgia og Luksembourg.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder