Føroyska a-landsliðið í flogbólti fyri kvinnur tryggjaði sær í gjár bronsuna í kappingini um SCA meistaraheitið, sum var í Andorra um vikuskiftið.
Vónbrotið var tó stórt sunnumorgunin, tá ið Føroyar høvdu tapt 3-2 fyri Skotlandi í hálvfinaluni, har javnbrótarin endaði 15-12 og sum hevði við sær, at ístaðin fyri finalu skuldu Føroyar spæla um bronsuna ímóti Írlandi, sum somuleiðis hevði tapt sína hálvfinalu 3-2 (javnbrótaran 15-13) fyri San Marino.
Men í bronsudystinum var lítil og eingin mótstøða frá Írlandi, og eftir 7-1 í fyrsta setti var kósin sett. Gamaní bardi Írland seg upp á 17-18, men stokkut var gleðin, tí lítla løtu seinni høvdu Føroyar vunnið settið 25-19.
Írland fylgdi við til 5-6 í øðrum setti, men fekk bert 4 stig aftrat, so at Føroyar vunnu so mikið sum 25-10.
Føroyar fingu átta, áðrenn Írland fekk sítt fyrsta stig í triðja setti, sum Føroyar lættliga vunnu 25-19.
Sostatt vunnu Føroyar bronsu í kappingini, sum var góður uggi fyri mista finaluplássið.
Finaluna vann Skotland 3-2 á San Marino, sum hevði verið frammanfyri 11-8 í javnbrótaranum, men misti takið, og so vann Skotlandi 15-13 og SCA meistaraheitið fyri triðju ferð upp í slag.
Í bólkaspælinum hevði San Marino annars vunnið tryggan 3-0 sigur á Skotlandi.
Endaliga støðan í kappingini um SCA meistaraheitið hjá kvinnum:
Nr. 1 Skotland
Nr. 2 San Marino
Nr. 3 Føroyar
Nr. 4 Írland
Nr. 5 Malta
Nr. 6 Liktinstein
Nr. 7 Andorra
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald