6 leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum fáa sín fyrsta A-landsdyst í morgin. Hesar eru Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr, Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur, Sirið D. Antoniussen, Mjølnir, Anna Larsen, Alborg (fyrr ÍF), Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast (fyrr Fleyr) og Janna Falkvard, SÍ.
Allar hava verið partur av ungdómslandsliðunum U 17 og U 19, og teirri menningarætlan, sum Flogbóltssambandið hevur skipað fyri gjøgnum árini, eins og fleiri teirra hava royndir frá fremstu deildini í Føroyum, og nu eisini í Danmark.
Dysturin í morgin verður ímóti Írlandi, og verður spældur klokkan 12,00 stóru høllin La Coque í Luksemborg.
Liðið hevur vant nógv saman síðani landskappingin endaði, og hevur havt eina venjing í morgun, eins og ein stutt venjing verður í dystarhøllini í kvøld.
Dysturin í morgin verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum. Hetta kemur at framganga av heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum.
Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ
Miðspælarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF
Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
Venjari: Lars Engell
Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen
Fysioterpeutur: Katrin Petersen
Liðleiðari: Rúna Hentze
Statistikk: Andreas Zachhau
Dómari: Jan Hentze
- Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald