Í dag hevur lutakast verið á høvuðsskrivstovuni hjá Evropisku Flogbóltssamgonguni - CEV - í Luksembourg. Her gjørdist greitt, hvørjum føroyska landsliðið hjá monnum í flogbólti skal leika ímóti í Evropa League næsta ár, har Føroyar luttaka í Silver League.
Fyrstu dystirnir verða í Íslandi 17. - 19. mai 2024. Tá leika Føroyar ímóti Íslandi og Ísrael. Síðani verða Føroyar vertir hjá Eysturríki og Íslandi, har fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi og síðani verður leikt ímóti Eysturríki. Hesir dystirnirnir verða vikuskifti 24. - 26. mai.
Síðsta umfarið hjá føroyska liðnum verður 7. - 9. juni. í Eysturríki. Tá leika Føroyar ímóti Eysturríki og Ísrael.
Nr. 1 og 2 í hesum bólkinum fara síðani víðari til eina finalu um uppflyting til Golden League.
Tað er sannlíkt, at talan verður um spennandi dystir. Føroyar liggja nr. 36 á evropiska styrkilistanum, tvey pláss frammanfyri Ísland og tvey pláss aftanfyri Ísrael. Eysturríki, sum helst er favorittur at vinna hesa kappingina, liggur nr. 29 á styrkilistanum.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald