So seint sum í gjár vórðu flogbóltsdystir leiktir í meistaradeildini hjá kvinnum, har Mjølnir og Dráttur vunnu týdningarmiklar sigrar á ávíkavist KÍF og Fleyr. Tað merkir, at Mjølnir hevur spælt seg í finalurnar, og at Dráttur beint nú hevur munin í stríðnum við KÍF.
Spurningurin er bara, nær finalurnar kunnu spælast. Mjølnir boðaði stutt eftir tíðindafundinum í landstýrinum í morgun frá, at alt virksemi felagsins varð steðgað, og Flogbóltssamband Føroya hevur seinnapartin kunngjørt, at eingir dystir skulu spælast komandi tvær vikurnar.
Fótbóltssambandið, Hondbóltssambandið og Badmintonsambandið hava higartil kunngjørt, at alt virksemi steðgar komandi 14 dagarnar
Dystirnir í landskappingunum verða útsettir, eisini kappingar hjá teimum yngru, og landsliðsvenjingar eru avlýstar. Flogbóltssambandið heitir eisini á øll feløgini at ikki hava nakra venjing í nakrari deild komandi tvær vikurnar.
Flogbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at í allari tilgongdini viðvíkjandi coronavirusinum, hevur nógv samband verið við avvarðandi myndugleikar.
Nú støðan er vorðin álvarsligari, setur Flogbóltssamband Føroya hesi átøk í verk alt fyri eitt galdandi næstu 2 vikurnar fyri fyrst. Tey eru galdandi er frá í dag 12. mars og til 26. mars fyri fyrst:
- Allir landskappingardystir verða útsettir - FBF loyvir ikki feløgunum at leika nakrar landskappingardystir næstu tvær vikurnar. Hetta galdandi frá nú og í 2 vikur. EINGIR DYSTIR SKULU LEIKAST!
- Allar kappingar fyri yngri deildir verða avlýstar - tað merkir, at ætlaða kappingin 21. mars í høllini á Hálsi er avlýst
- Allar landsliðsvenjingar verða avlýstar
- FM-yngri stendur at vera 27., 28. og 29. mars. Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við tí, men alt bendir á, at FM-yngri má flytast. Nærri boð verða givin um tað í næstum
- Flogbóltssamband Føroya heitir inniliga á øll feløgini at steðga allari venjing í øllum deildum frá í dag og í 2 vikur fyri fyrst.
Alt tað, ið her er nevnt, er gjørt í samstarvi við myndugleikarnar og ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald