Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fór í gjár til Luksemborg at taka lut í EM-kapping, sum byrjar í dag, tá liðið skal spæla sín fyrsta dyst, sum er ímóti Írlandi.
Hesin dysturin byrjar klokkan 12. Dysturin í dag, eins og allir hinir dystirnir í kappingini, verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn.
Næsti dystur hjá liðnum verður leygardagin klokkan 10, og er mótstøðuliðið tá Skotland, sum saman við Luksemborg verður mett at verða sterkastu liðini í kappingini.
Í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norðurírland.
Nr. 1 og 2 spæla seg víðari til hálvfinalurnar, sum verða leiktar leygarkvøldið, meðan finalan og bronsudysturin eins og dysturin um 5. plássið verða leiktir sunnudagin.
Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar spælarar til dystirnar:
Hevarar: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast, og Janna Falkvard, SÍ
Miðspælarar: Sirið Antoniussen, Mjølnir, Sóley Mørch Poulsen, KÍF, og Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar: Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr, Eva Winther Nagata, Aarhus, Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr, og Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar: Bára Holm Jacobsen, Fleyr, og Hanna Olsen, KÍF
Libero: Anna Larsen, Aalborg, og Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen
Fysioterpeutur: Katrin Petersen
Liðleiðari: Rúna Hentze
Statistikk: Andreas Zachhau
Dómari: Jan Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald