Annað

Flogbóltur: A-landsliðið fyri kvinnur úttikið til EM-kapping

Dysturin móti Írlandi verður fyrsti dystur hjá kvinnulandsliðnum síðan juni 2017.

2019-05-07 10:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.

Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá altjóða flogbóltssamgonguni CEV. Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 – hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.

Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. mai skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.

Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:
Hevarar: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast, og Janna Falkvard, SÍ
Miðleikarar: Sirið Anthoniussen, Mjølnir, Sóley Mørch Poulsen, KÍF og Súsanna Sóldunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar: Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr, Eve Winther Nagata, Aarhus, Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr, og Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar: Bára Holm Jacobsen, Fleyr, og Hanna Olsen, KÍF
Libero: Anna Larsen, Aalborg, og Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder