Annað

Flogbóltur: Avgerandi steypadystir í dag

Kl. 16 tekur SÍ ímóti Fleyr í Sørvági, og ÍF tekur ímóti Mjølnir á Kambsdali.

Liðið hjá SÍ (Mynd: Flogbóltsamband Føroya)

Liðið hjá SÍ (Mynd: Flogbóltsamband Føroya)

2021-01-30 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í flogbólti verða spældir um vikuskiftið.

Í dag klokkan 16 tekur mannsliðið hjá SÍ ímóti Fleyr í Sørvági, og lagt er upp til ein spennandi dyst millum liðini, sum hava spælt fýra dystir sínamillum í landskappingini.

Fleyr hevur vunnið tríggjar, og SÍ vann tann seinasta dystin undan jólum.

Sí og Fleyr hava enn fyrsta sigurin í steypakappingini til góðar, og sostatt er tað vinnarin av hesum dysti, sum skal spæla ímóti nummar tvey í hálvfinalunum, sum verða spældar leygardagin 13. februar í Klaksvík.

Tann, sum tapir hendan dystin, kemur at spæla móti nummar eitt frá innleiðandi umfarinum.

Hvørji verða nummar eitt og tvey verður eisini avgjørt klokkan 16 í dag. Tá tekur ÍF ímóti Mjølnir á Kambsdali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder