Annað

Flogbóltur: Føroyameistari í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar finnast

Mánadagin 25. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 3. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.

2019-03-24 21:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 25. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 3. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.

Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.

143 næmingar og 35 lið

Samanlagt verða tað 143 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 35 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.

Leirvíkar skúli hevði eisini tryggja sær rætt til finalurnar, men Leirvíkar skúli hevur givið avboð – tískil verða bert 7 skúlar við og ikki 8, sum upprunaliga ætlað.

Skúlarnir verða hesir:

3. flokkar:

Næmingar

Lið

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík

22

6

Eiðis skúli

13

3

Skúlin á Løgmannabreyt

49

12

Skála skúli

10

2

Kollafjarðar skúli

12

3

Skúlin í Trongisvági

22

5

Sørvágs skúli

15

4

     
 

143

35

Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 10.00, og spælt verður fram til klokkan 13.00, tá Føroyameistarin er funnin fyri 3. flokkarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder