Annað

Flogbóltur: Genturnar buldra víðari

Nevza-kappingin, U17 gentur: Føroyar – Ísland 3-1 (25-23, 25-20, 20-25, 25-13).

Inga Helena Henriksen, liðskipari, og Barbara Káradóttir, besti leikari í dystinum móti Íslandi

Inga Helena Henriksen, liðskipari, og Barbara Káradóttir, besti leikari í dystinum móti Íslandi

2019-10-15 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir greiða sigurin á Grønlandi fyrr um dagin vistu føroysku genturnar, at mótstøðan fór at vera munandi harðari ímóti Íslandi. Og so varð.

Í fyrsta setti gekk javnt á, og munurin var lítil og eingin at síggja á liðunum. Okkara gentur vóru til seinast avgjørdari og tóku settið 25-23.

Føroysku genturnar koma eftir henda sigur út til annað sett flúgvandi og vóru eftir stuttari løtu langt frammanfyri. Men Ísland er ikki at spæla við, og til seinast í settinum kom spenningur í aftur. Føroysku genturnar høvdu trupult við at finna loysnirnar at loka settið. Tað eydnaðist tó eftir tógvið stríð, og nú var 2-0 til Føroyar.

Júst hvat tað er við Íslandi, er ilt at siga, tí tær vóru aftanfyri 2-0 ímóti Noregi og bardu seg so inn aftur í dystin. Sama hendi í triðja setti móti Føroyum, har føroysku genturnar at byrja við vóru langt frammanfyri, men tað var bara ikki nokk, tí íslendsku genturnar tóku settið 25-20 og vóru nú rættiliga tendraðar.

Spældu sum einglar
Venjarin Romica Øster man hava verið nakað avgjørdur við føroysku genturnar millum triðja og fjórða sett, tí í fjórða setti spældu genturnar sum einglar, og avgjørdu í grundini dystin beinanvegin við støðuni 11-1! Settið endaði 25-13 og dysturin 3-1.

Eitt sterkt liðavrik har liðskiparin Inga Helena Henriksen gekk á odda fyri liðið, og Barbara Káradóttir var okkara besti leikari.

Føroysku genturnar eru ósigraðar og hava fult stigatal, seks stig eftir fyrsta leikdagin. Bólkafinalan verður í dag ímóti Noregi, sum eisini hevur vunnið sínar báðar dystir, tó tann ímóti Íslandi 3-2 og hevur tí 5 stig.

Bólkafinalan er kl. 10 í dag og sæst hann her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder